Jarðarferð


Hvat skal eg gera fyrst, tá ið ein er deyður, sum eg varði av?
Set teg fyrst av øllum í samband við prest í tí prestagjaldi, har deyði hevði bústað síðstu tíðina.

Hvat prestagjald er talan um?
Suðurstreymoyar vestara prestagjald er: Tórshavn vestara (mark eystantil: Tróndargøta, Varðagøta og Villingadalsvegur ólík nummur), Argir, Norðradalur, Syðradalur S,  Kirkjubøur, Velbastaður, Hestur og Koltur.

Hvørjir eru prestarnir?
Heri J. Joensen: 237330
Bergur Debes Joensen: 237331
Derhard Jógvansson: 237347

Hvat skal eg sum avvarðadi gera, eftir at eg havi avtalað jarðarferðina við prest?
1. Set teg í samband við gravara á 210570/254008 og boða frá, nær jarðarferðin verður. Um bønarhald verður, nevnir tú eisini hetta fyri gravaranum í sambandi við líkvogninum..
2. Fá eina kistu til vega á 218690/311690/311723/299000.
3. Gev presti deyðaváttanina.
4. Skal bønarhald verða á landssjúkrahúskapellinum, skal boðast frá tí á sjúklingaskrivstovuni á 304500. Landssjúkrahúsið tekur sær tá av kapellinum og boðar urguleikara frá. Avtala síðani bønarhaldið saman við presti.
5. Er jarðarferðin úr kirkjugarðskapellinum, verður hetta avtalað við gravara og urguleikari funnin til tænastuna.
6. Sálmar verða valdir saman við presti, tá ið samtalan er ímillum prest og avvarðandi.
7. Avvarðandi taka sær av sangblaði, um slíkt ynskist. Føroyaprent prentar sangbløð: 314555.
8. Avvarðandi finna sangarar til jarðarferðina.
9. Avvarðandi finna fólk at bera kistuna.
10. Avvarðandi taka sær av pynti til kirkjuna/kirkjugarðskapellið.