1. Setið tykkum fyrst í samband við prestin, sum tit ynskja at víga tykkum. Prestarnir í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi eru at síggja her.
2. Tá ið dagur er settur og prestur funnin, seta tit tykkum í samband við skrivstovuna í Vesturkirkjuni á 314251 ella vesturkirkjan@olivant.fo. Skrivstovan er opin týsdagar, hósdagar og fríggjadagar klokkan 16.00-17.30.
Skrivstovan skal hava fylgjandi:
1. Dagin, víglsan verður, sum avtalað við prest.
2. Kirkjan, vígslan verður í. Kirkjurnar í Suðurstreymoyar vestar prestagjaldi eru at síggja her.
3. Avrit av dópsbrøvunum.
4. Um annar ella báðir partar eru fráskildir, skulu avrit av skilnaðarbrøvum latast skrivstovuni.
Vi opdaterer vores hjemmesidedesign for at forbedre oplevelsen på vores hjemmeside.