Dópur

Ring til skrivstovuna í Vesturkirkjuni á telefon 314251 og avtala nær og hvar dópurin skal verða. Skrivstovan er opin týsdagar, hósdagar og fríggjadagar klokkan 16.00-17.30. Tú kanst eisini senda ein teldupost á vesturkirkjan@olivant.fo.
Set teg í samband við skrivstovuna í góðari tíð.

Tey, búsitandi í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, skulu lata Vesturkirkjuni:
1. Føðingardagin hjá barninum.
2. Navnið á barninum eftir navnalóggávuni og galdandi reglum. Loyvd nøvn og lóggávan eru at síggja á heimasíðuni hjá Málráðnum: malrad.fo
3. Avrit av dópsbrøvunum hjá foreldrum barnsins.
4. Avrit av vígslubrævinum hjá foreldrum barnsins. Eru foreldrini ógift skal avrit av farðirskapsakini latast skrivstovuni.
5. Nøvn á faddrunum. Faddrarnir skulu vera doyptir við einum kristnum dópi og konfirmeraðir ella um konfirmatiónsaldur.
6. Bústaður foreldrum barnsins.
 
Tey, búsitandi uttanfyri Suðustreymoyar vestara prestagjaldi, skulu lata sóknarprestinum í heimstaði teirra:
1. Føðingardagin hjá barninum.
2. Navnið á barninum eftir navnalóggávuni og galdandi reglum. Loyvd nøvn og lóggávan eru at síggja á heimasíðuni hjá Málráðnum: malrad.fo
3. Avrit av dópsbrøvunum hjá foreldrum barnsins.
4. Avrit av vígslubrævinum hjá foreldrum barnsins. Eru foreldrini ógift skal avrit av farðirskapsakini latast skrivstovuni.
5. Nøvn á faddrunum. Faddrarnir skulu vera doyptir við einum kristnum dópi og konfirmeraðir ella um konfirmatiónsaldur.
6. Bústaður foreldrum barnsins.

Tey, bústitandi uttanlands, skulu lata Vesturkirkjuni:
1. Telefonnummar tykkara uttanlands og í Føroyum.
2. Navn á sjúkrahúsi, har barnið er føtt.
3. Avrit av navnabrævi barnsins (Barnið skal verða navngivið, har tit búgva).
4. Bústaður tykkara uttanlands.
5. Yrki móðir og faðir barnsins.
6. Nøvn og bústaðar hjá gummum og gubbum barnsins.
7. Avrit av persónsattest barnsins.
8. Avrit av vígslubrævi foreldranna.
9. Avrit av dóps- ella navnabrøvum foreldranna, um foreldrini ikki eru gift.
10. Avrit av Omsorgs- og ansvarserklæring, um foreldrini ikki eru gift.