Vi opdaterer vores hjemmesidedesign for at forbedre oplevelsen på vores hjemmeside.

Advarselsmeddelelse
Begivenheden har allerede fundet sted.

Konsert - Orphei drängar (manskór úr Svøríki) og Tórshavnar Manskór

OKT
19

Konsert - Orphei drängar (manskór úr Svøríki) og Tórshavnar Manskór


Dato Torsdag d. 19. oktober 2023, kl. 19:30
Sted Vesturkirkjan, Landavegur 44, FO-100 Tórshavn
Pris
Konsertin í Vesturkirkjuni er ókeypis.
Konsert - Orphei drängar (manskór úr Svøríki) og Tórshavnar Manskór

Orphei Drängar

Orphei Drängar varð stovnað í 1853 í Uppsala í Svøríki. Í dag er Orphei Drängar eitt av navnframastu manskórum í heiminum, og boð eru eftir kórinum úr øllum heraðshornum - bæði til konsertir og upptøkur.  Kórið er alment viðurkent fyri sínar fraseringar, reinleika og neyvleika. Framúrskarandi kórleiðarar sum Hugo Alfvén, Eric Ericson, Robert Sund og nú Cecilia Rydinger hava verið við til at mynda kórið gjøgnum árini.

Tórshavnar Manskór

Tórshavnar Manskór varð stovnað í 1985 og hevði sína fyrstu konsert í 1986. Kórleiðarin, Bjarni Restorff, var ein av stovnarunum. Tórshavnar Manskór hevur verið við á nógvum upptøkum og hevur vunnið fleiri virðislønir á altjóða kórfestivalum. Kórið er javnan á kórferð uttanlands.

Upprunaliga var ætlanin, at Orphei Drängar skuldu vitja Tórshavnar Manskór í 2020, men koronufarsóttin forðaði hesum. Nú kemur kórið loksins til Føroya, og fer at hava konsertir í Havn og Klaksvík.

Konsertin í Vesturkirkjuni er ókeypis.